- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnuhúsið: Oljuískoytið má vera útreiðsluneutralt

Oljuískoytið skal vera útreiðsluneutralt fyri landskassan.
Tað sigur Vinnuhúsið í hoyringssvari til uppskotið hjá landsstýrinum, um at veita fíggjarliga sperdum húskjum 7.000 kr í oljuískoyti.
Vinnuhúsið sigur seg ikki hava nakra viðmerking til at veita stuðul til lægstu inntøkurnar í landinum, nú orkuprísirnir eru hækkaðir, men Vinnuhúsið sigur samstundis, at tilsvarandi sparingar mugu gerast aðrastaðni í almenna rakstrinum, soleiðis at almennu útreiðslurnar ikki leggja enn størri trýst á prísvøksturin í samfelagnum.
Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum er ikki greitt, hvussu nógv fólk fara at søkja um oljuískoyti, og sum lúka treytirnar fyri at fáa útgoldið 7.000 í oljuískoyti.