Landið fekk 160 mió. kr. meira enn væntað

Landið fekk 160 mió. kr. meira enn væntað
Fíggingargrunnurin er tikin av, og vinningsbýtið frá BankNordik fer nú beint í landskassan
Landið fekk í fjør 156,7 mió.kr. í serstakari útluting frá BankNordik.
 
25.08.2022 - 10:28

Sambært fíggjarlógini fyri 2021 skuldi landskassin fáa 30 mió. kr. frá partafeløgum og grunnum, men landið fekk 160 milliónir meira enn tað.

Orsøkin er, at Fíggingargrunnurin, sum umsat partabrøv landsins í BankNordik, var strikaður í fjør.

Vinningsbýti frá BankNordik fer nú beint í landskassan.Landið fekk í fjør 156,7 mió.kr. í serstakari útluting frá BankNordik.

 

Selja partabrøv í Tjaldri

Ætlanin var at selja partabrøvini í Tjaldri í fjør fyri sjey milliónir krónur.

Men tað var av ongum, tí mett var, at koronuóvissan kundi hava neiliga ávirkan á søluprísin.

Men í juni í ár var byrjað at fyrireika søluna.

Í fíggarlógini fyri 2022 er roknað við 79 milliónum krónum fyri partabrøvini í Smyril Line.

 

Í fíggjarlógini í ár verður roknað við at fáa 79 mió. kr. fyri partabrøv í Smyril Line.

 

Bygningar ikki seldir

Landsgrannskoðanin hevur gjørt frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarlógini fyri 2021.

Aftur í ár verður funnist at, at játtaðar eru milliónir, tí almennir bygningar skulu seljast.

Men teir vera ikki seldir.

Í fjør vóru fimm milliónir krónur í fíggjarlógini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Leygardag 15. mars
Morgunlestur leygardagur 15. mars 2025
188902
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119