- Tíðindi, mentan og ítróttur
Karim Benzema og Alexis Putellas eru ársins leikarar í Evropa
Í sambandi við lutakastið til ársins Champions League-bólkaspæl, vóru ársins leikarar og venjarar eisini valdir.
Heilt stóra stjørnan í evropeiskum fótbólti í fjør, Real Madrid-áleyparin og -liðskiparin Karim Benzema, varð valdur til ársins leikari í evropiskum fótbólti við monnum.
Tað bleiv hann framman fyri liðfelagan Thibaut Courtois, málverja í Real Madrid, og Kevin de Bruyne, miðvallara í Manchester City.
Toppskjútti
34 ára gamli Karim Benzema leiddi Real Madrid til sigurin í Champions League-finaluni móti Liverpool, og var tað fimta ferðin, at Benzema vann Champions League við spanska høvuðsstaðarfelagnum.
Franski áleyparin bleiv eisini toppskjútti í kappingini við 15 málum.
Á vegnum móti finaluni, megnaði Real Madrid at vinna móti PSG, Chelsea og Manchester City, áðrenn 1-0 sigurin á Liverpool í finaluni.
Real Madrid vann eisini spanska meistaraheitið.
Alexis Putellas fyri aðru ferð
Hjá kvinnunum var tað aðru ferð á rað spanska Alexis Putellas úr Barcelona, ið vann heiðurin sum besti leikari í Evropa.
28 ára gamli miðvallarin var liðskipari á Barcelona liðnum, ið tryggjaða sær spanska meistaraheitið við at vinna allar dystirnar - ja, tær vunnu allar dystirnar. Málmunurin var 148, tí Barcelona kvinnurnar skoraðu 159 mál, men lótu einans 11 fara inn.
Barcelona spældi seg eisini í Champions League-finaluna móti Olympique Lyon, sum Barcelona tapti 1-3. Málið hjá Barcelona skoraði Alexis Putellas.
Putellas var eisini millum málskjúttarnar, tá sterka spanska kvinnulandsliðið vann heili 10-0 móti Føroyum á Tórsvølli í fjør.
Tíverri kom Alexis Putellas haltandi upp á pallin at taka ímóti heiðrinum sum ársins leikari í Evropa. Beint áðrenn hon skuldi spæla við spanska landsliðnum í EM-endaspælinum, sleit hon krossbandið.
Ársins venjarar blivu ávikavist Carlo Ancelotti, ið er venjarin hjá Real Madrid, og Sarina Wiegman, ið vandi Ongland, ið vann evropameistaraheitið á heimavølli í summar. Sarina var tíverri ikki til staðar at taka ímóti heiðrinum.