- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningin um H-bygningin ikki liðug

Kanningin, sum løgtingsgrannskoðararnir í vár bóðu Landsgrannskoðanina gera um H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, er ikki liðug.
Arbeiðið er ikki rættiliga byrjað, tí nú fer øll orkan til at gera ársfrágreiðingina fyri 2021, sigur Beinta Dam, landsgrannskoðari. Hon skal vera liðug fyri 1.september.
Hon vónar tó at fáa kanningina um H-bygningin lidna í hesum árinum.
Kanningin um Glasir tók tveir mánaðir, men munurin er tann, at Landsgrannskoðanin er grannskoðari hjá Glasi.
Sjúkrahúsverkið hevur privatan grannskoðara.
Kannast skal millum annað, hví játtanin til H-bygningin ikki heldur, og um pengar eru brúktir til annað, enn teir eru játtaðir til.
Og hví niðurstøðurnar í kanningini um Glasir ikki hava ávirkan á H-bygningin.