Føroyskur veteranur vann silvur í vektlyfting

Føroyskur veteranur vann silvur í vektlyfting
Niels Juel Arge hevur vunnið silvur í veklyfting fyri masters á evropameistarastevnuni í Póllandi. Tað gjørdi hann í aldursbólkinum 55-59 ár og í vektbólkinum 109+ kilo
Niels Juel Arge hevur vunnið EM-silvur í vektlyfting fyri masters
Mynd: Føroya Styrkisamband  
 
23.08.2022 - 14:00

Á europameistarastevnuni í vektlyfting fyri masters í Póllandi eydnaðist Niels Juel Arge úr Havn í gjár at vinna silvur í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum 109+ kilo.

Kappingin stóð serliga við svenskaran Lars Ekman, sum á yngri árum var ein av bestu svensku vektlyftarunum og í gjár vann gull, og grikkan Dimitrios Tzimas, sum í gjár vann bronsu. Niels Juel lyfti 197 kilo samanlagt; 80 kilo í trekk  og 117 kilo í stoyt.

Stoytið á 117 kilo er føroyskt met vektbólkinum 109+ kilo í opnum bólki og í masters 55-59 ár. Hetta lyftið í stoyt var samstundis tað besta í hesum bólkinum í gjár, men sviin lyfti meira í trekk, samtundis sum Niels Juel fekk kolldømt 86 kilo lyft í trekk.

Niels Juel Arge telist millum royndastu lyftararnar í Føroyum, og hevur veruliga tikið ítróttin uppaftur síðstu árini saman við nýggja ættarliðnum av lyftarum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944