Reuters tilnevnir Hiddenfjord heiðursløn

Reuters tilnevnir Hiddenfjord heiðursløn
Tilnevningin er serliga grundað á avgerðina um at flyta laks sjóvegis heldur enn loftvegis
Reuters hevur tilnevnt Hiddenfjord heiðursløn fyri átøk um burðardygd.
 
22.08.2022 - 13:39

Altjóða tíðindastovan, Reuters, hevur tilnevnt Hiddenfjord heiðursløn fyri átøk um burðardygd. Tilnevningin er serliga grundað á avgerðina hjá føroysku alifyritøkuni at flyta laksin sjóvegis heldur enn loftvegis.

CO2-útlátið fyri langvegis flutning av laksi hjá Hiddenfjord er minkað heili 94 prosent, síðani alifyritøkan gavst at flúgva laks fyri skjótt tveimum árum síðani. Umleið 100.000 tons av CO2-eindum eru spard við at sigla í staðin fyri at flúgva. 

 

Tora at taka stór stig
 
- Vit eru partur av einum altjóða heimi, ið hevur felags ábyrgd at hugsa um umhvørvið og avbjóðingarnar, ið veðurlagsbroytingar bera í sær. Vit mugu tora at taka stór stig, sum gera veruligan mun, tá talan er um útlát, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.
 
Føroyska alifyritøkan er tilnevnd í bólkinum, Business Transformation Awards. Millum fyritøkurnar, sum eru tilnevndar hesa heiðurslønina, eru PepsiCo, Microsoft, Amazon, Volvo og Nestlé.

Tey, ið vinna eina Responsible Business heiðursløn, verða almannakunngjørd 13. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342