ICES boykottar, men vísindafólk arbeiða saman um Barentshavið

ICES boykottar, men vísindafólk arbeiða saman um Barentshavið
Russiskir trolarar avreiða framvegis í Noregi. Teir hava avreitt 90.000 tons higartil í ár, nakað minni enn í fjør.
Russiskir trolarar avreiða framvegis í Noregi. Virðið er 1,1 milliardir kr. í okkara pengum. (Savnsmynd)
 
22.08.2022 - 09:16

Hóast ICES, altjóða havgranskingarstovnurin, boykottar Russland, arbeiða norsk og russisk vísindafólk saman um Barentshavið.

Tey brúka kanningarháttin hjá ICES. 

So hóast ICES ikki er við, skuldu tilmælini um fiskiskapin í Barentshavinum verið á góðari leið, sigur Geir Huse, norskur kanningarleiðari, við Fiskeribladet.

Russiskir trolarar avreiða framvegis í Noregi. Teir hava avreitt 90.000 tons higartil í ár, nakað minni enn í fjør.

Virðið er góð 1,1 milliard krónur í okkara pengum. Og tað er størri enn í fjør, tí prísurin er betri í ár.

 

Atfinningar

Nógvar atfinningar eru um hetta í Noreg.

Fiskeribladet skrivar, at síðani 2014 hevur Rússland havt forboð fyri at innflyta fisk úr Noreg.

Revsitiltøkini móti Russlandi hjá ES, sum Noreg brúkar, umfata bara kaviar, rækjur og skeljadjór.Tey umfata ikki tosk og upsa til dømis.

Bretar innflyta eisini framvegis nógvan fisk úr Russlandi. Men nú er tollurin 35 prosent. 

Hetta ger fiskin dýran at keypa í handlunum, so bretar hugsa seg um oftari enn einaferð, áðrenn teir keypa fisk og kips. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342