- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv fiskifør liggja í løtuni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/stampur.png?itok=Edxu-yGm)
Bara ein trolbátur er úti í løtuni. Hann fiskar mest flatfisk og nakað av toski.
Allir hinir trolbátarnir liggja.
Fiskamarknaðurin sigur um fiskiskapin, at bara frystilínuskip eru úti, men helst fer okkurt ísfiskalínuskip út í næstum.
Seks frystilínuskip eru undir Føroyum, og eitt er í altjóða sjógvi. Tey flestu fiska longu og brosmu.
Góður streymur, gott veður, vánaligt fiskarí
Um útróðurin verður sagt, at streymurin er góður og veðrið verður eisini brúkiligt í vikuni, sum kemur.
Útróðrarbátarnir hava vánaligt fiskarí.
Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva, ein liggur og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi.
Um partrolarar sigur Fiskamarknaðurin, at seks pør royna í løtuni.
Trý pør fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski. Eitt par fiskar svartkalva, og tvey pør fiska gulllaks.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey havtasku, tey hava brúkiligt fiskarí