- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendska eldgosið viknað
Íslendska eldgosið viknað
Eldgosið í Meradølum á Reykjanesi í Íslandi er viknað munandi í styrki síðstu tíggju dagarnar. Tað sigur jarðfrøðingurin, Páll Einarsson.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/eldgos-meradalir.jpg?itok=tzN7LlMe)
20.08.2022 - 18:31
Hann sigur við Morgunblaðið, at ilt er at vita, um hetta er ein longri tilgongd, ið skal gera enda á gosinum, ella at tað fer at mennast aftur.
Spurdur, um fólk kunnu koma í vanda av eitrandi dampi frá gosinum, sigur Páll Einarsson, at fólk eiga at fylgja almennu tilmælunum og brúka vit og skil:
- Tað, sum hevur størst týdning, er at vera røttu megin, so vindurin ikki blæsur eitrandi dampin tín veg, sigur hann-
Hann sigur, at hóast dampurin neyvan er líka eitrandi nú, sum hann hevur verið tað fyri nøkrum døgum síðani, er altíð best at vera fyrivarin, heldur enn eftirsnarur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV