
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðgevar mæla til at skilja Føroya Tele sundur

Óheftir ráðgevar mæla til, at Føroya Tele verður ognarliga sundurskilt.
Landsstýrið bað í fjør nevndirnar í Føroya Tele og Neti um at gera eina óhefta frágreiðing um, hvussu ein full ognarlig sundurskiljing kann tryggja fult gjøgnumskygni, fría og javna kapping á telemarknaðinum.
Frágreiðingin skuldi eisini lýsa, um aðrar leiðir eru at røkka sama setningi.
Føroya Tele og Net bóðu Copenhagen Economics um at gera greiningina.
Ráðgevararnir nevna bæði møguleikan at skilja netið frá og at varðveita netið í FT-samtakinum.
Tvey høvuðsmodell
Frágreiðingin lýsir tvey ymisk høvuðsmodell fyri sundurskiljing í Føroyum.
Annað er, at Net løgfrøðiliga verður skilt frá FT-samtakinum og flutt til landsstýrið at eiga.
Í hinum modellinum vera bara gjørd onnur funktionell tiltøk at skilja sundur, men Net verður framvegis í FT-samtakinum.
Í samgonguskjalinum stendur, at farast skal undir eina fulla ognarliga sundurskiljing, tá ræður um fjarskiftisnetið.
Landsstýrið er farið undir at viðgera frágreiðingina og tilmælini í henni.