Flestu børnini fáa frítíðartilboð í heyst

Flestu børnini fáa frítíðartilboð í heyst
34 børn standa á bíðilista hjá Almannaverkinum um tilboð, men í heyst hava øll í Suðurstreymi fingið frítíðartilboð, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum
Gamli skúlin á Frúutrøð í Havn skal brúkast til frítíðartilboð í Almannaverkinum, og hann fer at gera góðan mun hjá teimum, sum vilja hava tilboð í Suðurstreymoy.
 
19.08.2022 - 08:39

Í heyst fáa flestu børnini, sum bíða eftir frítiðartilboði, slíkt tilboð.  

Í juni komu trý børn aftrat á listan við teimum, sum bíða eftir frítíðartilboð.

31. mai bíðaðu 31 børn í skúlaaldri, frá triðja flokki, eftir frítíðartilboði, 30.juni vóru tey 34.

Av teimum 34 hava fimm børn fingið bjóðað frítíðartilboð nú eftir summarfrítíðina.

Síðani hava fleiri søkt um frítíðartilboð, og bíðilistin er nú aftur 34 børn.   

Tað sigur Sólvit E. Nolsø landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.

Hann sigur eisini, at royndirnar vísa, at Almannaverkið fær tvær ella tríggjar umsóknir um frítíðartilboð eftir skúlabyrjan.  

 

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum. (Mynd: Tórshavnar kommuna)

 

Tilboðið á Frúutrøð ger góðan mun

Við frítíðartilboðnum á Frúutrøð umframt annað høli í Havn hevur Almannaverkið, tá heystið kemur, hóskandi frítíðartilboð til øll børn í Suðurstreymoy, sum hava brúk fyri tí, sigur landsstýrismaðurin.

Arbeitt verður eisini við at víðka frítíðartilboðini hjá Almannaverkinum aðrastaðni í landinum.

Haraftat arbeiðir Almannaverkið við at gera seravtalur við tær kommunur, sum hava frítíðartilboð til børn í triðja flokki.

Tað verður gjørt soleiðis, at børn, sum hóast serliga tørvin kunnu megna at ganga í kommunala frítíðartilboðnum við eyka normering, fáa hóskandi tilboð. 

Við øllum hesum átøkum væntar Almannaverkið, at 27 av teimum 34 børnunum á biðilistanum fáa frítíðartilboð í heyst, sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður.

 

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, spurdi um frítíðartilboð í Almannaverkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Leygardag 15. mars
Morgunlestur leygardagur 15. mars 2025
188902
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119