- Tíðindi, mentan og ítróttur
NSK skal hjálpa politinum í Føroyum
NSK skal hjálpa politinum í Føroyum
Uppskot um broytingar í føroysku rættargangslógini verður nú gjørt

NSK skal hjálpa politinum í Føroyum at kanna talgilda skemd,
18.08.2022 - 08:53
Danska løgmálaráðið er í ferð við at gera uppskot um broyting í føroysku rættargangslógini, so NSK, nýggja eindin, sum eitur National enhed for Særlig Kriminalitet, kann hjálpa politinum í Føroyum.
NSK skal hjálpa politinum við at kanna talgilda skemd, tá talan er um slík mál, sum eru sera fløkt.
Revsilógin í Føroyum skal broytast, so eindin eisini skal virka í Føroyum, sigur Mattias Tesfaye, løgmálaráðharri í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV