- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar á politiskt ungdómsting í Danmark

Føroyingar sleppa við í ungdómstingið, sum verður í fólkatinginum 30. januar næsta ár.
Talan er um eitt ting, sum er mannað við næmingum í áttanda ella níggjunda flokki, næmingum úr Danmark, Føroyum og Grønlandi.
Tey skulu koma við uppskotum um lógir um tað, sum tey halda er umráðandi at fáa gjørt.
Uppskotini skulu vera um heilsu, veðurlag, útbúgving, lógarbrot og flóttafólk.
60 uppskot verða viðgjørd
Uppskotini skulu sendast í seinasta lagi 15.november. 60 teirra vera viðgjørd í ungdómstinginum.
Í 2018 komu yvir 700 uppskot úr teimum trimum londunum í ríkisfelagsskapinum.
Eitt uppskot úr Føroyum slapp við.
Í 2018 vóru Kristina Nattestad og Nikolina Ravnsfjall í skúlanum Giljanesi í ungdómstinginum í Fólkatinginum.