- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pisaroyndir og landsroyndir halda fram

Pisaroyndirnar og landsroyndirnar halda fram.
Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.
Hann spurdi um pisaroyndir og landsroyndir í fólkaskúlanum.
Menna skúlan
Yvirskipaða endamálið við pisaroyndum og landsroyndum er at menna føroyska fólkaskúlan, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur eisini, at nógv menning er hend í fólkaskúlanum síðani fyrstu pisakanningina í 2006, millum annað, tí tilmæli í pisafrágreiðingum eru brúkt.
Landsroyndarúrslitið vísir ikki heildarúrtøkuna hjá næmingunum.
Tí skal úrslitið í landsroyndini ikki standa einsamalt, men skal skiljast sum eitt ískoyti til regluligu eftirmetingina hjá skúlanum av úrtøkuni hjá næminginum í dagligu undirvísingini í avvarðandi lærugrein, stendur í svarinum hjá Jenisi av Rana.
Kostaði 800.000 kr.
Seinast, pisaroynd var, tað var í 2019, kostaði hon slakar 800.000 kr.
Í ár er hon mett at kosta 600.000 kr.
Landsroyndirnar eru mettar at kosta 380.000 kr. í ár.