Íslendingar hava fiskað helvtina av makrelkvotuni

Íslendingar hava fiskað helvtina av makrelkvotuni
75.000 tons eru eftir av kvotuni, men ivasamt er, um alt verður fiskað
Ivasamt er, um íslendingar klára at fiska alla makrelkvotuna í ár.
 
17.08.2022 - 15:16

Umleið helvtin av íslendsku makrelkvotini í ár er nú fiskað, men ivasamt er, um tað fer at eydnast at fiska alla kvotuna. 

Tað skrivar Morgunblaðið á netinum. 

Higartil eru 72.000 tons av makreli fiskað, og 75.000 tons eru eftir av kvotuni. 

Sambært mbl.is er nógvur makrelfiskiskapur í løtuni í íslendskum sjógvi, tí stovnurin hevur flutt seg longri vestur. Víst verður á, at seinastu seks dagarnar eru 6.000 tons fiskað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342