Seks feløg fáa 1800 tons av makreli til vinnuligar royndir

Seks feløg fáa 1800 tons av makreli til vinnuligar royndir
Fiskimálaráðið fekk níggju umsóknir um tilsamans 7.600 tons
Fiskimálaráðið hevur latið makrel til vinnuligar fiskiroyndir.
 
12.08.2022 - 08:21

Seks feløg hava fingið makrel til vinnuligar fiskiroyndir, og tey býta 1800 tons millum sín.

Kósin hevur fingið 500 tons, Tavan 450 tons, TG Seafood 300 tons, Varðin Pelagic 250 tons, og Faroe Marine Products og Glyggur Fishproteins and Bait fingu hálvtannaðhundrað tons í part.

Fiskimálaráðið fekk níggju umsóknir um tilsamans 7.600 tons. 

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Tvær umsóknir, sum ikki vóru játtaðar, vóru ikki mettar at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirði. 

Tann triðja varð mett stuðulsverdug, men kravið um minstu nøgd var ov stórt í mun til tøka kvotu, sigur Fiskimálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342