![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/vlcsnap-2021-06-24-11h51m57s216.png?itok=rRk-VRQi)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kostar 2.000 kr. fyri náttina at gista á hotelli í Havn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2021-10-12-13h07m09s913.png?itok=UAIrs2rJ)
Tað hevur gingið væl í hotelvinnuni í Føroyum í summar.
Flestu gistingarhús hava verið fullsett síðani mai mánað.
Eftir tvey sløk ár við koronu, er full ferð á aftur hjá Smyril Line-samtakinum, ið eigur Hotel Hafnia og Hotel Brandan, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri:
Pætur Trónd Thomsen er stjóri á Hotel Hafnia og Brandan.
Tað er at kalla ógjørligt fáa hotellkamar í høvuðsstaðnum í løtuni. Tey fáu kømur, ið eru tøk í august og út í september, kosta øll meira enn 2.000 krónur fyri náttina. Bara á einum gistingarhúsi í Havn liggur kostnaðurin fyri náttina um tær 1.000 krónurnar. Skrúvað verður upp fyri prísinum, tá eftirspurningurin er stórur, staðfestir hotellstjórin:
Seinastu tvey sumrini, meðan korona var, vóru tað norðurlendingar, sum gistu á føroysku hotellunum. Nú eru gestirnir aftur úr øllum heiminum:
Hotel Brandan.