Væntar at vit klára at fiska kvotuna í ár

Væntar at vit klára at fiska kvotuna í ár
Árni Skaale, landsstýrismaður, er ikki so stúrin sum íslendingar, sum ivast í, um teir fara at fiska sína makrelkvotu, tí so lítið er fiskað higartil
Tróndur í Gøtu er eitt av uppsjóvarskipunum. Hóast lítið er fiskað av makrelkvotuni í ár, væntar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at vit klára at fiska kvotuna, tí vertíðin varar út í oktober.
 
11.08.2022 - 09:32

Íslendingar eru farnir at stúra fyri sínum parti av makrelkvotuni, tí so lítið er fiskað í ár. Ísland hevur ásett sær 16,5 prosent av heildarkvotuni. Men í ár eru bara fiskað sløk 42 prosent av íslendsku kvotuni.

Í prosentum hava íslendingar fiskað umleið somu nøgd av heildarkvotuni sum føroyingar, og teir seta nú spurnartekin við, um tað fer at standa á at fiska kvotuna, tí so lítið er fiskað higartil í ár. 

Hetta reisir spurningin, um føroysku skipini kunnu koma í somu støðu, at tey ikki klára at fiska ásettu kvotuna.

Føroyar hava ásett sær 19,6 prosent av mest loyvdu veiðu, sum strandarlondini eru samd um. Talan er um sløk 156.000 tons.

Tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, sum hevur ásett kvotuna, eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina. 

Árni Skaale segði í juni í ár, at hann væntaði, at føroysku uppsjóvarskipini verða før fyri at fiska kvotuna í ár.

 

Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Meira enn helmingurin eftir

Enn er tó meira enn helmingurin av makrelkvotuni eftir at fiska. Higartil hava vit fiskað sløk 64.000 tons, og tað eru umleið 40 prosent av heildarkvotuni.

Spurdur, um hetta kann gerast ein trupulleiki fyri føroysk skip, at tey ikki fara at fiska alla kvotuna, sigur Árni Skaale, at tað væntar hann ikki.

- Vit hava fiskað meira enn  somu tíð í fjør, so tað óttist eg ikki fyri, sigur hann.

Hann vísir á, at makrelvertíðin helst varar út í oktober, so enn er nógv tíð eftir at fiska í, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342