Avbjóðingar eru við trygdini á alibátum

Avbjóðingar eru við trygdini á alibátum
Sjóvinnustýrið hevur sett eina skiftistíð í gildi fyri eigarar og manning
28 alibátar vóru við í kanningini, og tað svarar til 34 prosent øllum alibátum í Føroyum. (Savnsmynd)
 
11.08.2022 - 14:29

Sjóvinnustýrið hevur gjørt eina kanning av føroyska flotanum av alibátum

Úrslitið vísir, at ávísar avbjóðingar eru við trygdini á alibátunum. Serliga er tað tættleiki á skrokkum, brandútgerð og spuli- og lendipumpur, sum ikki lúka krøvini.

Orsøkin til, at Sjóvinnustýrið ger hesar kanningarnar, er hendingin 8. apríl 2021, tá alibáturin Krosssteinur sakk hálvan fjórðing úr Porkerisnesi. 

Tveir mans vóru við, og báðir vóru bjargaðir upp í annan bát.

 

28 bátar við í kanningini

28 alibátar vóru við í kanningini, og tað svarar til 34 prosent øllum alibátum í Føroyum. 

Bjargingarútgerð, eldsløkkiskipanir og ávaringarskipanir eru í lagi í allar flestu bátunum.

Fyri at røkka málinum um, at allir alibátar lúka øll krøv, hevur Sjóvinnustýrið sett eina skiftistíð fyri eigarar og manning um at fáa øll viðurskifti í rættlag sum skjótast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342