Arbeiðsloysið í Føroyum tað minsta í Evropa

Arbeiðsloysið í Føroyum tað minsta í Evropa
Í dag eru 146 fólk, 64 kvinnur og 82 menn, skrásett hjá ALS.
Arbeiði er til allar hendur. Arbeiðsloysið í Føroyum er tað minsta í øllum Evropa. (Savnsmynd)
 
11.08.2022 - 08:42

Í tíggju ár hevur arbeiðsloysið í Føroyum nú verið tað minsta í Evropa.

Næst Føroyum í fjør var Kekkia, sum hevði meira enn dupult so stórt arbeiðsloysi sum Føroyar.

Í 2021 minkaði arbeiðsloysið í øllum londunum í ES, uttan Rumenia, har tað vaks nakað.

Í hinum Norðurlondunum er arbeiðsloysið minst í Noregi, har tað við árslok 2021 var 3,3 prosent.

Í Danmark var tað 4,5 prosent.

Størst var arbeiðsloysið í Spania, har var tað 13,5 prosent í desember í fjør.

Stýrið hjá ALS hevur sett sum mál, at Arbeiðsloysisskipanin skal javnviga fíggjarliga, tá arbeiðsloysið er millum 4,25 og 4,50 prosent.

Í dag eru 146 fólk, 64 kvinnur og 82 menn, skrásett hjá ALS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342