- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskotið um oljuískoyti er farið til hoyringar

Nú ber skjótt til hjá teimum, sum eru illa fyri fíggjarliga, at søkja um oljuískoyti, eisini hjá fólkapensjónistum.
Uppskotið um at geva oljuískoyti er sent til hoyringar.
Lógin um familjuískoyti frá 2016 skal broytast, so eisini ber til at geva oljuískoyti, 7.000 kr..
Broytingin er bara galdandi í ár. Hon fer, sambært uppskotinum, úr gildi 1.januar næsta ár.
Hoyringarfreistin er til 26.august.
500 húski kosta 3,5 mió. kr.
Treytirnar fyri at fáa oljuískoyti eru, at inntøkan er í mesta lagi 290.000 kr., tá ein vaksin er í húskinum
Hon skal vera í mesta lagi 390.000 kr., tá tvey ella fleiri vaksin eru í húskinum og í mesta lagi tvey børn, og 410.000 kr., tá tvey ella fleiri vaksin eru í húskinum og trý ella fleiri børn.
Ognin skal vera í mesta lagi 30.000 kr., tá eitt ella tvey vaksin eru í húskinum, og 50.000 kr., tá tey vaksnu eru trý ella fleiri.
Hesar treytir gera, sigur landsstýrið, at oljuískoytið í stóran mun verður latið teimum, sum búgva einsamøll, við børnum ella uttan børn, ella, tá tvey vaksin búgva saman.
Landsstýrið sigur, at fara til dømis 500 húski at fáa oljuískoyti, fer tað at kosta landskassanum 3,5 mió. kr.
Hetta verður fíggjað við eykajáttanarlóg.
250 til 300 familjur fáa familjuískoyti. Nógv tey flestu eru stakir uppihaldarar, bara 30 til 35 pør eru.