![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/img_1558.jpg?itok=-IAdKnvN)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppsjóvarskip landaðu 15 ferðir uttanlands í apríl og juni
Uppsjóvarskip landaðu 15 ferðir uttanlands í apríl og juni
Átta uppsjóvarskip landaðu svartkjaft 15 ferðir uttanlands, tá hetta var loyvt frá 23.apríl til 15.juni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/borgarin_og_katrin_johanna.jpg?itok=DmLZe7HR)
10.08.2022 - 08:33
Eitt yvirlit hjá Vørn vísir, at átta uppsjóvarskip landaðu svartkjaft 15 ferðir uttanlands, tá hetta var loyvt frá 23.apríl til 15.juni.
Tey landaðu 35.682 tons í Danmark, Íslandi og Noregi.
Tað mesta, knappliga helvtin, var landað í Íslandi.
Arctic Voyager landaði tríggjar ferðir í Íslandi.
Hini skipini landaðu tvær ferðir ella eina ferð.
Sjey landingar vóru í Danmark, sjey í Íslandi og ein í Noregi.
Í fjør landaðu 11 føroysk skip svartkjaft uttanlands.
22 landingar vóru, og landað vóru 54.258 tons.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV