- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talgildur harðskapur: Vil hava skipan setta í verk í Føroyum

Sjúrður Skaale tekur enn einaferð talgildan harðskap móti kvinnum til viðgerðar á fólkatingi.
Hesaferð heitir hann á løgmálaráðharran, um at seta ferð á at fáa POL-SAS-málsviðgerðarskipanina setta í verk í Føroyum. POL-SAS-málsviðgerðarskipanin er ein skipan, ið gevur løgregluni betri yvirlit yvir talgildan harðskap í Føroyum.
Fyrr í ár spurdi fólkatingsmaðurin løgmálaráðharran um talgildan harðskap móti føroyskum kvinnum.
Endamálið var m.a. at vita, hvussu umfatandi trupulleikin er, um hann er vaksandi, og hvussu føroysku hagtølini síggja út samanborið við tey donsku.
- Svarið vísti tíverri, at einki neyvt yvirlit er yvir talgildan harðskap móti kvinnum í Føroyum, tí tað við verandi málsviðgerðarskipan ikki ber til hjá løgregluni at útvega upplýsingar um hetta slagið av kriminaliteti elektroniskt.
- Avleiðingin av hesum er, at vit snøgt sagt ikki vita, hvussu stórur hesin trupulleikin er. Og at vit heldur ikki kunnu kanna, um hann er størri hjá okkum enn aðrastaðni, sigur Sjúrður Skaale.