
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Novo Nordisk vil brúka 121 mió. kr. í Føroyum

Novo Nordisk grunnurin vil brúka 121 mió. kr. í Føroyum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið um loyvi til taka við hesum pengunum.
Pengarnir skulu brúkast í árunum 2023 til og við 2032 til at fíggja rakstur og løgur í samstarvinum millum Novo Nordisk grunnin og Heilsumálaráðið um átøk í viðgerð, tvørgeiraligt samstarv og gransking í diabetes og endokrinologiskum sjúkum.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Bóðu um samstarv í 2018
Í 2018 vendi Novo Nordisk grunnurin sær til Heilsumálaráðið og spurdi, um áhugi var fyri samstarvi um diabetesviðgerð í Føroyum.
Í samráðingum millum partarnar eru endokrinologiskar sjúkur komnar aftrat.
Endokrinologiskar sjúkur eru millum annað beinbroyskni, ovurfiti, evnaskiftissjúkur, sjúkur í hypofysuni og í hjánýrunum.
Endokrinologi er í stuttum læran um hormon og hormonelt treytaðar sjúkur.
Byggja upp í Landssjúkrahúsið
Steno diabetismiðstøðin í Føroyum skal byggjast uppí Landssjúkrahúsið.
Eftir tey fyrstu 10 árini verður møguleiki fyri at leingja samstarvið við Novo Nordisk grunnin í fýra ár í senn.
Fyrsta viðgerð verður í tinginum í morgin.
Ætlanin er at byggja Steno diabetesmiðstøðina upp í Landssjúkrahúsið.