- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broyta lógina um stuðul til skipasmiðjur

Ásetast skal í lógina um stuðul til skipasmiðjur, hvussu stórur partur av arbeiðinum skal gerast í Føroyum, fyri at stuðul kann veitast.
Eisini skal stuðulsupphæddin møguliga endurskoðast, og nýggj serskipan til grønar orkuloysnir mennast.
Ætlanin er at koma við lógarbroytingunum í vár.
Lógin um skipasmiðjustuðul er frá 1996, og hon er seinast broytt í 2002.
Átta prosent í studningi
Hon sigur, at føroyskar skipa- og bátasmiðjur kunnu fáa átta prosent í studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging.
Stuðul verður latin til nýbygging, tá arbeiðið kostar 300.000 kr. ella meira, og til umbygging, tá sáttmálaprísurin er tríggjar milliónir ella meira.
Vinnuframi umsitur studningin.