Enn einaferð er freistin broytt

Enn einaferð er freistin broytt
Tey, sum ætla at bjóða upp á bústaðarbyggingina við Villingardalsvegin í Havn, noyðast at fylgja væl við
Kunngjørt verður á býráðsfundi 27.oktober, hvør sleppur at byggja við Villingardalsvegin.
 
28.07.2022 - 09:33

Tey, sum ætla at bjóða upp á bústaðarbyggingina við Villingardalsvegin í Havn, noyðast at fylgja væl við.

Nú hevur Tórshavnar kommuna aftur broytt freistina.

Fyrst var hon 3.oktober, so 1.august, so var hon aftur 3.oktober, og nú er hon 1.september.

22.000 fermetrar av byggilendi við Villingardalsvegin eru boðin út.

Minstamark

Íbúðirnar skulu ikki vera minni enn 60 fermetrar.

Í minsta lagi 20 prosent av teimum 22.000 fermetrunum skulu vera frí- og uppihaldsøki. 

Økið er vestan fyri komandi innkomuveg, í 160 metra hædd.

Einstaklingar og feløg við tilknýttum arkitektaráðgeva kunnu bjóða.

Avgjørt verður á býráðsfundi 27.oktober, hvør fær arbeiðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342