Savna tunnilsserfrøði í áhugafelag

Savna tunnilsserfrøði í áhugafelag
Felagið vil gera vart við seg, nú Suðuroyartunnilin nærkast, tí føroysk vinna skal byggja føroyskar tunlar
Føroyar eru eitt av samfeløgum, sum onnur venda sær til fyri at fáa íblástur og vitan um týdningin av tunlum í samfelagsmenningini, sigur nýggja áhugafelagið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.07.2022 - 15:33

Føroysk tunnilsserfrøði verður nú savnað í eitt áhugafelag, ið hevur fingið heitið "Faroese Society for Tunnels". Stovnandi aðalfundurin var 14. juli.

Talan er um stovnar og fyritøkur, sum virka innan føroyskt tunnilsarbeiði, ið hava tikið seg saman í eitt áhugafelag, ið skal savna vitanina og slóða veg fyri føroyskari tunnilsserfrøði í Føroyum og uttanlands. 

Á aðalfundinum vóru millum annað umboð fyri Landsverk, Fróðskaparsetur Føroya, Articon, J&K Petersen og SMJ.

 

Suðuroyartunnilin nærkast

Felagið vil gera vart við seg, nú Suðuroyartunnilin nærkast, tí føroysk vinna skal byggja føroyskar tunlar.

Víðari skrivar felagið, at Føroyar í heimshøpi eru eitt av teimum samfeløgum, sum onnur venda sær til fyri at fáa íblástur og vitan um týdningin av tunlum í samfelagsmenningini.

60 ára royndir við einsporaðum tunlum millum bygdir, tvísporaðum tunlum millum kommunur og slóðbrótandi undirsjóvartunlum millum oyggjar, hava flutt føroyska samfelagið fram í oddin innan vælferð, flytføri og kappingarføri. 

Royndirnar og vitanin eru ikki avmarkað til tekniskar førleikar innan tunnilsgerð og fyrireiking, men eisini innan samfelagsvirði fyri fólk í Føroyum, skrivar felagið fyri tunnilsserfrøði í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109