Samherji lítla milliard í vinningi í fjør

Samherji lítla milliard í vinningi í fjør
Orsøkin til góða útslitið er, at Samherji seldi partabrøv, 12 prosent, í einum øðrum stórum fiskivinnuvirki, Síld­arvinnslunni, í fjør
Høvuðssætið hjá Samherja í Íslandi
Mynd: Samherji.is  
 
25.07.2022 - 08:38

Íslendska samtakið Samherji hevði 17,8 milliardir íslendskar krónur í vinningi í fjør, tað eru 950 milliónir føroyskar.

Í 2020 var vinningurin 420 milliónir føroyskar.

Orsøkin til stóra munin er, at Samherji seldi partabrøv, 12 prosent, í einum øðrum stórum fiskivinnuvirki, Síld­arvinnslunni, í fjør.

 

Eginpeningurin fimm mia. kr. 

Men høgi oljuprísurin sæst aftur í roknskapinum í fjør.

Millum annað brúkti uppsjóvarskipið Vil­helms Þor­steins­son 16 milliónir føroyskar meira enn í 2020 til olju. 

Eginpeningurin hjá Samherja er fimm milliardir krónur, føroyskar.

 

13,6 mió. kr. í vinningsbýti

Samherji seldi fyri góðar 2,8 milliardir í fjør.

Samherji eigur í føroyska felagnum Framherja, sum hevði 166,6 milliónir krónur í vinningi fyri skatt í fjør.

Vinningsbýtið hjá Framherja er 13,6 milliónir.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342