Nú ber til at bíleggja tíð til blóðroynd á Landssjúkrahúsinum

Nú ber til at bíleggja tíð til blóðroynd á Landssjúkrahúsinum
Tíðir kunnu bíleggjast 10. hvønn minutt, frá klokkan 8 á morgni til 13:50 seinnapart
Fyribils verður skipanin bara brúkt til teirra, sum vilja at taka blóðroynd á Landssjúkrahúsinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
25.07.2022 - 08:26

Nú kanst tú bíleggja tær tíð á netinum til at taka blóðroynd,  áðrenn tú fert á Ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum.

Bíleggingin fer fram á sama hátt, sum tá ið tú kundi bíleggja tær tíð til koronukanning og koppseting hjá Sjúkrahúsverkinum.

Tíðir kunnu bíleggjast 10. hvønn minutt, frá klokkan 8 á morgni til 13:50 seinnapartin. 

Tá ið tú hevur bílagt tær tíð, fært tú eini SMS-boð við einum tali, tú skalt brúka, tá ið tú fert at taka blóðroynd ella EKG.

Fólk kunnu framvegis møta á Landssjúkrahúsinum til blóðroyndir uttan at hava bílagt tíð frammanundan.

Til ber at bíleggja tíð á netinum eina viku fram, sigur Landssjúkrahúsið.

Bíleggingarskipanin er ikki spildurnýggj. Í tvey ár hevur borið til at bílagt sær tíð til blóðroynd á Klaksvíkar sjúkrahúsi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109