- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myllurnar í Flatnahaga mala í heyst
Myllurnar í Flatnahaga mala í heyst
Tær seks myllurnar vera settar upp nú, og tíðarætlanin sigur, at arbeiðið verður liðugt í oktober
25.07.2022 - 08:49
Tann 19. september er ætlanin at fyrsta myllan hjá partafelagnum Flatnahaga skal lata SEV orku.
Tær seks myllurnar vera nú settar upp. Tíðarætlanin sigur, at arbeiðið verður liðugt í oktober.
Tvey skip hava verið í Føroyum við myllunum, og eitt kemur aftrat eftir ólavssøku.
Myllurnar eru 119 metrar høgar.
Magn og Lív eiga partafelagið Flatnahaga. Lív eigur 60 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV