- Tíðindi, mentan og ítróttur
LGBT+: Haturstala og happing
67 prosent av LGBT+arum siga seg vera happað í skúlanum vegna sína kynsligu sannføring ella sín kynsligan samleika.
Í náttarlívinum er talið 47 prosent, og 37 prosent siga seg vera happað á sosialu miðlunum.
Tað vísir nýggj spurnarkanning, sum LGBT+ Føroyar hevur gjørt.
Kanningin sigur eisini, at 26 prosent hava upplivað hatursbrotsverk.
Kropsligur ella sálarligur harðskapur
Tað er kropsligur ella sálarligur harðskapur, tí tey hava ta kynsligu sannføring ella tann kynsliga samleika, tey hava.
LGBT+ Føroyar sigur, at haturstala og ágangur eru ein vaksandi trupulleiki í føroyska samfelagnum.
Hóast stórar broytingar eru hendar til tað betra seinastu árini hjá LGBT+arum, so er framvegis nógv eftir at gera, bæði tá ræður um hugburð og rættindi.