![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/sheep_3.jpg?itok=9YuSAdC9)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rumbul ætlar at yvirtaka Sheep
Rumbul ætlar at yvirtaka Sheep
Tá umsetningurin hjá handlunum er yvir eitt ávíst mark í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/sheep_2.jpg?itok=Sy-kqtfv)
18.07.2022 - 07:31
Handilin Rumbul í Havn ætlar at yvirtaka handilin Sheep.
Báðir handlar selja gerandisvørur, tó ikki matvørur.
Rumbul hevur ein handil í Havn, og Sheep hevur ein handil í Havn og ein í Klaksvík.
Kappingareftirlitið hevur fingið fráboðan um ætlaðu yvirtøkuna.
Tá umsetningurin hjá handlunum er yvir eitt ávíst mark í kappingarlógini, skal Kappingareftirlitið taka støðu til yvirtøkuna.
Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 25. juli.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV