Hitamet verður helst sett í Bretlandi í dag

Hitamet verður helst sett í Bretlandi í dag
Veðurforsøgnin sigur, at hitin í dag har suðuri í Stórabretlandi kann koma heilt upp á 41 stig í dag, skrivar BBC.
Hitamet verður helst sett í Bretlandi í dag, og skúlarnir eru stongdir, og tað verður frámælt fólki at ferðast
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
18.07.2022 - 09:43

Líkt er til, at nýtt hitamet verður sett í Bretlandi í dag.

Veðurforsøgnin sigur, at hitin í dag har suðuri í Stóra Bretlandi kann koma heilt upp á 41 stig í dag, skrivar BBC.

So nógvur hiti hevur ongantíð fyrr verið í landinum. Verandi hitametið varð sett í Cambridge í 2019, tá ið 38,7 stig vórðu mátað.

Forsøgnin sigur, at tað verður nógvur hiti í øllum Bretlandi í dag, men í økinum við høvuðsstaðin verður helst heitast.

Heldur veðurforsøgnin, fer London við 41 stigum at verða heitasta stað í heiminum í dag.

Heitari enn bæði Vestursahara, Nassau í Bahamas, Kingston á Jamaica, Malaga í Spania og Athen í Grikkalandi.

Nógvi hitin í Bretlandi fer at ávirka alt samfelagið næstu dagarnar.

Nakrir skúlar lata aftur tíðliga, og aðrir lata als ikki upp, hóast stjórnin hevur sagt, at teir ikki skulu steingjast.

Myndugleikarnir hava eisini givið boð um, at fólk als ikki skulu ferðast í dag og í morgin, um tað ikki er lívsneyðugt.

Nógvur hiti er eisini aðrastaðni í Evropa í hesum døgum. Mett verður, at meira enn 1.000 fólk eru deyð í nógva hitanum í Spania og Portugal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369