Yvir 5 milliardir krónur av laksi fluttur úr Føroyum

Yvir 5 milliardir krónur av laksi fluttur úr Føroyum
Fyri fyrstu ferð er útflutt fyri meira enn 5 milliardir krónur av laksi í eitt ár, skrivar Hagstovan.
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
14.07.2022 - 12:38

Laksaútflutningurin er nú farin upp um fimm milliardir krónur um árið.

Virðið vaks 43 prosent frá juni í fjør til mai í ár samanborið við undanfarna ár.

Nógv meira fæst fyri laksin nú, tí nøgdin er bara vaksin 19 prosent.

Frá juni í fjør til mai í ár útfluttu Føroyar fiskavørur fyri 11 milliardir og 236 milliónir krónur.

Tað eru 36 prosent meira enn árið fyri, hóast tonsini bara vóru sjey prosent fleiri.

Laksurin eigur yvir fimm milliardir krónur. Hetta er fyrsta árið, at laksur er útfluttur fyri meira enn fimm milliardir krónur, skrivar Hagstovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342