- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innflutnigurin vaksin 2,3 milliardir krónur
At oljan er vorðin nógv dýrari, sæst eisini í innflutningstølunum, sum Hagstovan kunnger í dag.
Frá juni 2021 til mai 2022 eru brennievni innflutt fyri 716 milliónir krónur meira enn árið fyri. Vøksturin er 71 prosent.
Annars var innflutningurin frá juni 2021 til mai 2022 10,7 milliardir krónur. Innflutningurin er 28 prosent størri enn í undanfarna skeiði.
Føroyar útfluttu fyri meira enn eina milliard í mai ár, tá útflutt var fyri eina milliard og 39,2 milliónir krónur. Hetta er meira enn í apríl og nógv meira enn í mai í fjør.
Í apríl í ár var útflutt fyri stívar 850 milliónir krónur, meðan tað í mai í fjør var útflutt fyri 750 milliónir krónur.
Innflutningurin var eisini omanfyri milliardina í mai. Innflutt var fyri eina milliard og 45,7 milliónir krónur. Tað eru 187 milliónir krónur meira enn í apríl. Og tað eru heilar 290 milliónir meira enn í mai í fjør, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.