- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfallið hjá SAS leggur trýst á Atlantsflog
Tað er stórt trýst á Atlantic Airways í hesum døgum, tí ferðafólk, ið annars skuldu flúgva við SAS, vilja flúgva við Atlantic Airways í staðin. Eingi flogfør hjá SAS flúgva í løtuni orsakað av verkfallinum hjá flogskiparunum hjá SAS.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tey royna at fáa fólk við Atlantic Airways, sum antin ikki sleppa til Føroya ella úr Føroyum við SAS.
- Ótrúliga nógv fólk venda sær til okkara í løtuni. Vit flúgva tær flúgvingar, sum eru á skránni. Vit hava eisini eyka pláss á ymsum rutum, men vit klára ikki at flúgva øll tey, sum annars skuldu flúgva við SAS, sigur stjórin í Atlantsflogi.
Tað var mánadagin, at 1.000 flogskiparar hjá SAS fóru í verkfall. Og verkfallið rakar ikki einans flúgvingina úr Danmark til Føroyar. Fleiri ferðafólk hava keypt sær flogferðir úr egnum heimlandi til Føroya við transit í Danmark, men hesi koma ongantíð úr egnum heimlandi, sigur Jóhanna á Bergi.
Atlantic Airways hevur eina avtalu við SAS um, at ber tað ikki til at flyta sínu egnu ferðafólk, so skulu flogfeløgini hjálpa hvørjum øðrum.
Trupulleikin er tó, at í løtuni er háarstíð, og tað er tí avmarkað, hvussu nógv eyka flogfør Atlantic Airways kann seta í flúgving.
- Vit hava ikki nógva eyka kapasitet í løtuni, men vit hava nakað. Og vit ætla at seta eyka flogfør inn, har vit síggja, at eftirspurningurin er serstakliga stórur, sigur stjórin í Atlantic Airways.