- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lektari: Boris Johnson ikki lív lagað
Dagarnir hjá Boris Johnson sum bretskur forsætisráðharri eru skjótt taldir. Tað heldur Ole Helmersen, lektari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Tann eina gølan fyri og onnur eftir fer nú helst at kosta Boris Johnson embætið, er metingin hjá lektaranum, sambært Ritzau.
- Vit eru skjótt komin til endaspælið á tíðini hjá Johnson sum forsætisráðharri, sigur Ole Helmersen, lektari á Copenhagen Business School.
Í mai vann Boris Johnson annars eina álitiskanning í Konservativa flokkinum, sum í evsta føri kann geva honum frið í eitt ár, til ein nýggj álitiskanning verður gjørd.
Men, tað ber eisini til at broyta reglurnar, so eitt misálit verður reist á Boris Johnson, um hann ikki leggur frá sær av sínum eintingum.
Noktar at leggja frá sær
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, noktar at leggja frá sær, hóast fleiri ráðharrar hjá honum eru givnir seinasta samdøgrið.
Hann kennir seg ikki trýstan til at fara úr embætinum, og hann ætlar sær at stríðast fyri stjórnini, sum er í kreppu.
- Skatturin er minkaður, vit hjálpa hálvari milliónum fólkum aftur í starv, og vit fara framhaldandi at hjálpa fólki, segði Johnson, tá ið spyrjitími var í dag.
Spyrjitímin kemur, eftir at fimm ráðharrar í stjórnini hjá Boris Johnson eftir minni enn einum samdøgri hava lagt frá sær í mótmæli.
Kreppa er í stjórnini hjá Boris Johnson, nú 27 fólk í stjórnini hjá honum eru givin eftir minni enn einum samdøgri.