Hotell- og gistingarhúsvinnan gyltar dagar

Hotell- og gistingarhúsvinnan gyltar dagar
Ongantíð fyrr hava so nógv fólk gist á hotellunum og gistingarhúsunum í Føroyum, sum tað gjørdu í fjør
 
30.06.2022 - 16:26

Ferð er aftur komin á gistingarhúsvinnuna í Føroyum. Gistingarhúsini í landinum seldu í fjør 173.913 gistinætur, sum er tað mesta, síðani Hagstovan byrjaði at skráseta tølini í 2013.

Í 2019, áðrenn korona kom higar, seldu hotellini og gistingarhúsini 166.452 gistinætur, sum eru 7.461 færri enn í fjør. Til samanberingar seldu tey bara 94.940 gistinætur alt árið 2020, tá ið korona órógvaði ferðavinnuna.

Líkt er eisini til, at árið í ár fer at roynast væl hjá gistingarhúsunum og hotellunum í Føroyum. Bara í mai seldu tey 29.586 gistinætur, sum eru 3.500 fleiri enn bæði mai og juni í fjør, vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342