Nýggjur leiðari í Bú- og heimatænastuni

Nýggjur leiðari í Bú- og heimatænastuni
Hanus Toftheyggj tekur við starvinum 1. september
Hanus Toftheyggj er nýggjur leiðari í Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni.
 
24.06.2022 - 15:14

Hanus Toftheyggj er settur sum nýggjur leiðari í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy.

Hanus Toftheyggj er 36 ára gamal. Hann hevur bachelorútbúgving í almennari fyrisiting og master í løgfrøði.

Síðani 2015 hevur hann starvast sum fulltrúi í Almannaverkinum, og í løtuni tekur hann akademiútbúgving í leiðslu.

Bú- og heimatænastan telur 150 starvsfólk.

Tænastan fevnir um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýli, røktarheim, dagtilhald og mattænastu.

Hanus Toftheyggj tekur við leiðarastarvinum eftir Onnu Djurhuus, sum leggur frå sær fyri aldur, og hann byrjar í starvinum 1. september.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109