- Tíðindi, mentan og ítróttur
Granskarar á ráðstevnu í Føroyum um støddfrøði
Tilsamans 50 granskarar og hjálparar hava hesa vikuna verið á støddfrøðiráðstevnu í Føroyum.
Talan er um nøkur av teimum bestu í støddfrøðigreinini, Quantum Geometry, har nýggjastu frambrotini í støddfrøði eru løgd fram.
Endamálið hevur verið at geva íkast til at skilja betur - og halt tær nú fast - kvantuteori støddfrøðiliga, við serligum denti á samspælið millum kvantuevni og kvantuinformatión.
Hóast hetta ljóðar sum kinesiskt í oyrunum hjá teimum flestu, so hevur hetta týdning fyri okkara gerandisdag.
Tað sigur Gunnar Restorff, professari á Setrinum, sum hevur verið við til at skipa fyri ráðstevnuni í Føroyum:
Høvið til at halda ráðstevnuna í Føroyum í ár, er, at føroyingurin Bergfinnur Durhuus, professari á universitetinum í Keypmannahavn, fylti 70 ár.
Ráðstevnan byrjaði týsdagin, og hon endaði á døgurða í dag.