- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amerikanskur kavbátur aftur í Nólsoyarfirði
Amerikanskur kavbátur aftur í Nólsoyarfirði
Kavbáturin er komin í fjørðin at skifta manning
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
24.06.2022 - 09:43
Amerikanski kavbáturin, USS John Warner, er fyrrapartin komin í Nólsoyarfjørð.
Tórshavnar havn fekk fráboðan um, at kavbáturin skuldi koma higar, men havnarskrivstovan veit ikki meira enn tað.
Uttanríkis- og Mentamálaráðið sigur, at kavbáturin er her, tí manningin skal skiftast.
Hetta er aðru ferð, at kavbáturin er í Nólsoyarfirði, sigur ráðið.
Kavbáturin, USS John Warner, er kjarnorkurikin, hann er bygdur í 2015, og er 115 metrar langur.
Fyri løtu síðani var hann staddur millum Stong og Eystnes.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV