- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tór Marni í starvsnevnd hjá evropeiskum lestrarfelagsskapi
Tór Marni í starvsnevnd hjá evropeiskum lestrarfelagsskapi
MFS bleiv limur í ESU í fjør, og hetta var fyrsti aðalfundur, sum MFS hevur verið á.
23.06.2022 - 15:08
Tór Marni Weihe, forseti í Meginfelag Føroyskra Studenta, er valdur í starvsnevndina hjá evropeiska lestrarfelagsskapinum, ESU.
Tað var avgjørt á aðalfundinum hjá ESU í París.
Evropeiski lestrarfelagsskapurin umboðar 45 lestrarfeløg í Evropa.
MFS bleiv limur í evropeiska lestrarfelagsskapinum í fjør, og hetta var fyrsti aðalfundur, sum MFS hevur verið á.
- Hetta er ein stór viðurkenning, sigur Tór Marni Weihe, og eitt gylt høvi at seta seg betur inn í evropeiskan útbúgvingar- og granskingarpolitikk:
1535163
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV