Skeljaveiðan fingið MSC-góðkenning

Skeljaveiðan fingið MSC-góðkenning
O.C.Joensen á Oyri hevur havt Norðheim til skeljaveiðuna í nógv ár, og virksemið byrjaði fyri umleið 50 árum síðani
MSC-góðkenningin er galdandi frá í september í fjør, tá O.C. Joensen søkti um góðkenning.
 
22.06.2022 - 11:10

O.C. Joensen á Oyri hevur fingið MSC-góðkenning fyri skeljaveiðuna hjá felagnum.

Góðkenningin er galdandi frá í september í fjør, tá O.C. Joensen søkti um góðkenning.

O.C.Joensen er einasta fyritøkan, sum roynir eftir skeljum í føroyskum sjógvi, og skeljarnar verða seldar til USA, Fraklands og Bretlands.

O.C.Joensen hevur havt skipið, Norðheim,  til skeljaveiðuna í nógv ár, og virksemið byrjaði fyri umleið 50 árum síðani.

Tað er Marine Stewardship Council, sum boðar frá, at O.C. Joensen hevur fingið MSC-góðkenning fyri skeljaveiðuna.

 

Norðheim hevur fiskað skeljar í mong ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342