- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðast aftur um makrelbýtið fyri næsta ár
Samráðast aftur um makrelbýtið fyri næsta ár
Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg samráðast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2022-05-09-15h51m38s030.png?itok=aNvldbZm)
Føroyska makrelkvotan í ár er 156.000 tons.
22.06.2022 - 14:50
Strandarlondini royna aftur í dag og í morgin at finna semju um makrelbýtið næsta ár.
Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland og Noreg samráðast.
Londini miða eftir at fáa semju um makrelbýtið í 2023 í seinasta lagi á ársfundinum í oktober.
Føroyska makrelkvotan í 2022 er 155.804 tons. Tað eru 19,6 prosent av heildarkvotuni, sum strandarlondini blivu samd um.
Føroyska makrelkvotan í fjør var 167.048 tons, sum eru 19,6 prosent av mest loyvdu veiðuni.
Mest loyvda veiðan er tann, sum ICES mælir til.
Føroyar hækkaðu sín part í sama lutfalli sum Noregur gjørdi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV