- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitur nú Bakkafrost Scotland
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2021-09-16-11h21m30s243.png?itok=DRsqEBaA)
The Scottish Salmon Company, sum Bakkafrost keypti í 2019, eitur nú Bakkafrost Scotland.
Navnabroytingin fer at stuðla undir, at Bakkafrostsamtakið virkar sum eitt felag við aling í tveimum londum, at málini um burðardyggan vøkstur verða rokkin og framsøknu íløguætlarnirnar verða framdar, sigur Bakkafrost.
Sum liður í fimm ára burðardyggu íløguætlanini, fer Bakkafrost at gera íløgur fyri 6,2 milliardir krónur fyri at økja um burðardyggu framleiðsluna meira enn 40 prosent.
Ein stórur partur verður gjørdur í Skotlandi.
Bakkafrost metir, at framvegis eru nógvir ónýttir møguleikar í skotsku alivinnuni fyri at skapa burðardyggan vøkstur, betra raksturin og førleikamenna.
Stív 600 fólk arbeiða hjá Bakkafrosti í Skotlandi. Bakkafrost hevur yvir 60 aliøki í Skotlandi.