21 festisýn seinastu tvey árini

21 festisýn seinastu tvey árini
Flestu sýn hava verið í sambandi við festaraskifti
Búnaðarstovan arbeiðir við at fáa festisýnini í eina meira skipaða legu soleiðis, at øll festi verða sýnað við regluligum millumbili.
 
21.06.2022 - 08:14

Búnaðarstovan hevur gjørt 21 festisýn seinastu tvey árini. 

Tey 21 festisýnini eru serliga framd í sambandi við festaraskifti, men Búnaðarstovan hevur eisini sýnað festi, sum kært er um, og leigutraðir.

Tað svarar Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í búnaðarmálum, í einum fyrispurningi, sum Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett. 

 

Tilgongd steðgað

Í svarinum verður upplýst, at festisýnini vóru slept, tá ið farið varð undir at einskilja ta almennu jørðina fyri nøkrum árum síðani.

Hendan tilgongdin bleiv steðgað, men lógarverkið, sum millum annað strikaði festisýnini av almennari ogn, bleiv ikki broytt aftur til at endurspegla støðuna, at jørðin framvegis er almenn. 

Lógin bleiv tó dagførd fyri tveimum árum síðani, soleiðis at Búnaðarstovan nú aftur hevur festisýn.

Nú verður arbeitt við at fáa festisýnini í eina meira skipaða legu soleiðis, at øll festi verða sýnað við regluligum millumbili, sigur Magnus Rasmussen í svarinum til Helga Abrahamsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342