- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskamarknaðurin: Hampiligt veður
Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, men er talan um nýliga byrjaðan túr, so tað kemur ikki at landa fyrr enn síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Restin liggur við bryggju, men møguliga fer okkurt avstað í næstum.
Fýra frystilínuskip eru á Føroya grunninum. Trý eru á Flemish Kap.
Útróðrarbátarnir hava hampiligan streym, og veðrið sær út til at blíva gott í vikuni, so roknað verður við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest hvíting, boðar Fiskamarknaðurin frá í sínari meting.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hann er bretskum sjógvi. Ein liggur við bryggju.
Fýra pør
Fýra partrolarar eru til fiskarí, og koma tey flestu at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt, sum Fiskamarknaðurin skilir. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt. Tvey fiska havtasku. Bæði hava brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni, sigur metingin hjá Fiskamarknaði Føroya.