Hava keypt brennievni fyri hálva aðru milliard

Hava keypt brennievni fyri hálva aðru milliard
Innflutningurin seinasta árið var 10,5 milliardir kr.
Størsti innflutningurin seinasta árið hevur verið brennievni.
Mynd: Savnsmynd  
 
16.06.2022 - 11:37

Meðan útflutningurin seinasta árið er vaksin 2,7 milliardir krónur, er innflutningurin vaksin 2,2 milliardir í sama tíðarskeiði, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Innflutningurin frá apríl í fjør til apríl í ár var tilsamans 10,5 milliardir krónur. Vøksturin er 27 prosent.

Útflutningurin sama tíðarskeið var 10,7 millardir kr.

 

Innflutningurin av brennievni vaksin mest

Størsti vøksturin í innflutningtølunum er brennievni. 

Vit hava innflutt brennievni fyri tilsamans hálva aðru milliard krónur seinasta árið. Vøksturin er 625 milliónir kr. , ella 66,4 prosent.

Skipainnflutningurin er vaksin 552 milliónir kr.

Innflutningurin av maskinum og aðrari útgerð og rávøru til fiskavirking er vaksin 900 milliónir kr., ella 28 prosent.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109