- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður dýrari at asfaltera
Nú verður dýrari at asfaltera
Skervurin er dýrkaður, og oljuprísurin er eisini farin upp
15.06.2022 - 14:51
Nú verður dýrari hjá tær, um tú skalt asfaltera túnið ella uttan um húsini.
Landsverk boðar frá, at prísurin á asfalti í Føroyum er dýrkaður.
Prísurin á asfalti hækkar væntandi fimm prosent í hesum mánaðinum og 10 - 15 prosent aftrat í august.
Orsøkin, til at asfaltið nú dýrkar, er, at skervurin er vorðin dýrari at keypa, og at prísurin á olju er farin upp.
Í vár lá asfaltframleiðslan hjá Landsverki still eitt skifti, tí trupult var at fáa fatur á sandi og skervi til framleiðsluna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV