Finna annað navn fyri apupokur

Finna annað navn fyri apupokur
Granskarar halda, at umrøðan av virusinum sum "afrikanskt", er bæði óneyv og diskriminerandi
 
15.06.2022 - 09:27

Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur, at arbeitt verður við at finna annað navn til virussjúkuna apupokur.

ST-stovnurin arbeiðir saman við serfrøðingum um nýtt navn, skrivar BBC.

Boðini koma eftir, at fleiri enn 30 granskarar í farnu viku sendu út felagsskriv, har teir mæltu til sum skjótast at finna virussjúkuni og virusinum nýtt navn, sum hvørki er diskriminerandi ella stigmatiserandi.

Teir halda, at umrøðan av virusinum sum "afrikanskt", bæði er óneyv og diskriminerandi.

Seinastu vikurnar eru skrásett umleið 1.600 tilburðir av apupokum í fleiri londum í heiminum.

Fyrr hava flestu tilburðir verið skrásettir í afrikanskum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109